Logo
Leita

Granskingarráðið

Bryggjubakki 12
Postmoga 259
110 Tórshavn
Tel. +298 567800
Fax. +298 306901
granskinggransking.fo

Granskingargrunnurin 

Granskingargrunnurin er sjálvstøðugur stovnur, sum hevur til endamáls at stuðla gransking.

Granskingargrunnurin sum stovnur fevnir um Granskingarnevndina, skrivstovuna og Granskingargrunnin, haðani stuðul verður latin árliga. Vanliga verða hesi kallað Granskingarráðið og verða myndað av stjóranum.  

Granskingarráðið hevur tvey høvuðsarbeiðsøki:

  • at ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum
  • at umsita Granskingargrunnin, sum veitir fígging til gransking og menning

Granskingargrunnurin skal vera virkin fyri, at granskingarførleikin mennist, eitt nú við at stuðla ph.d. lestri og øðrum vísindaligum útbúgvingum eftir kandidatstig. Eisini skal grunnurin stuðla granskingarætlanum, bæði tá tað snýr seg um grundgransking og endamálsgransking.
Grunnurin skal skapa neyðugu fyritreytirnar fyri gransking og menning - bæði viðvíkjandi útvegan av tilfari, og tá tað snýr seg um at menna fysiska og tøkniliga umhvørvið.

7 limir eru í nevndini, sum verða tilnevndir fyri 3 ár í senn og kunnu ikki sita í nevndini longur enn 2 skeið í senn.

Landsstýrismenninir í ávikavist granskingarmálum, heilsumálum, vinnumálum og fiskivinnumálum tilnevna hvør sín lim, Føroya Arbeiðsgevarafelag tilnevnir 1 lim, og umboð fyri løntakarafeløgini tilnevna 1 lim. Harumframt tilnevnir landsstýrismaðurin í granskingarmálum ein lim, sum eisini er formaður í nevndini.

Afturat hesum er Føroya Vísindaráð, sum orðar yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan. 

Í vísindaráðnum eru: løgmaður, landsstýrismenninir í ávíkavist granskingarmálum, vinnumálum, innlendismálum, fíggjarmálum, fiskivinnumálum og heilsumálum, eitt umboð tilnevnt av Føroya Arbeiðsgevarafelag, eitt umboð tilnevnt av løntakarafeløgunum, eitt umboð tilnevnt av Fróðskaparsetri Føroya og tvey umboð fyri sektorgranskingarstovnar. Harumframt kann løgmaður tilnevna upp til 2 ráðslimir.

Ll nr. 85 frá 15. mai 2001 um gransking, sum broytt við Ll nr. 33 frá 4. mai 2006

Ll nr. 56 frá 20. mai 1996 um granskingarráð, sum broytt við Ll nr. 22 frá 21. apríl 1999  GG: AVTIKIN

Navn
T-postur
Tilmelda
 
 
  
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir - Innrita