Stuðul til gransking eina ferð um árið. Næsta umsóknarfreistin er 15. februar 2011, kl 12.00 Stuðul verður latin: - føroyskum granskarum og granskaralesandi - gransking og menning á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur - gransking og menning, ið hava týdning í føroyskum høpi. Stuðul verður latin til ymisk sløg av verkætlanum: - Ph.D.-verkætlanir - post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár - smærri verkætlanir við stytri tíðarætlan - granskingarverkætlanir, sum fevna um vinnumenning og vinnugransking Tað er ein fyrimunur at: - verkætlanin fevnir um samstarv millum fleiri granskarar - verkætlanin fevnir um samstarv millum granskarar, granskingarumhvørvi og vinnuna Tað verður kravt at: - í minsta lagi 1/3 verður fíggjaður av øðrum enn Granskingargrunninum. Undantak kann tó gerast fyri Ph.D. verkætlanir. Minstamark fyri stuðli til verkætlanir er 80.000 kr. Umsóknir skula skrivast á skandinaviskum ella enskum máli á serligt oyðublað, ið fæst á skrivstovu ráðsins og kann heintast á heimasíðuni. Skrivlig vegleiðing fæst á somu støðum. Gevið gætur, at umsóknir skulu sendast við telduposti. Sí nágreinilig krøv her. Umsóknarfreistin hevur í fleiri ár verið 1. september. Granskingarnevndin hevur nú gjørt av at flyta árligur freistiuna fram, so at hon frá 2011 verður 15. februar.
Næsta umsóknarfreistin er 15. februar 2011, kl 12.00
Stuðul verður latin: - føroyskum granskarum og granskaralesandi - gransking og menning á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur - gransking og menning, ið hava týdning í føroyskum høpi. Stuðul verður latin til ymisk sløg av verkætlanum: - Ph.D.-verkætlanir - post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár - smærri verkætlanir við stytri tíðarætlan - granskingarverkætlanir, sum fevna um vinnumenning og vinnugransking Tað er ein fyrimunur at: - verkætlanin fevnir um samstarv millum fleiri granskarar - verkætlanin fevnir um samstarv millum granskarar, granskingarumhvørvi og vinnuna Tað verður kravt at: - í minsta lagi 1/3 verður fíggjaður av øðrum enn Granskingargrunninum. Undantak kann tó gerast fyri Ph.D. verkætlanir. Minstamark fyri stuðli til verkætlanir er 80.000 kr. Umsóknir skula skrivast á skandinaviskum ella enskum máli á serligt oyðublað, ið fæst á skrivstovu ráðsins og kann heintast á heimasíðuni. Skrivlig vegleiðing fæst á somu støðum. Gevið gætur, at umsóknir skulu sendast við telduposti. Sí nágreinilig krøv her. Umsóknarfreistin hevur í fleiri ár verið 1. september. Granskingarnevndin hevur nú gjørt av at flyta árligur freistiuna fram, so at hon frá 2011 verður 15. februar.